Frá mánadegnum verður munandi bíligari at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni Mánadagin verður nýggj prísskipan sett í gildið, sum fer at gera tað munandi bíligari at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni, sigur Strandferðslan í tíðindaskrivi beint nú.
Í høvuðsheitinum merkir hetta, at ferðaseðlar fyri ferðafólk lækka eini 50%, og ferðaseðlar fyri akfør lækka eini 22%.
Sum nakað nýtt, so hevur Strandferðslan eisini avgjørt, at hereftir skal bert gjaldast annan vegin. Tað merkir, at tá ið goldið verður, verður goldið fyri báðar vegir. Ferðafólk, sum skulu úr Havn til Suðuroyar við Smyrli,rindar einki úr Havn, men skulu afturfyri rinda tað dupulta, tá ið tey fara til Havnar aftur.
Smærri tillagingar eru gjørdar, og er eisini ein nýggj tænasta, sum er mánaðarkort fyri persónbilar.
Men hetta merkir eisini, at tað fer ikki longur at bera til at keypa gjøgnumgangandi ferðaseðlar til skip og buss.
Á Mykinesleiðini verða prísirnir ikki broyttir, av tí at tað so at siga bert eru ferðafólk, sum brúka farleiðina. Tó ber til hjá teimum, sum búgva á oynni, ella hava tætt tilknýti til oynna, at fáa eitt borgarakort, sum gevur rætt til somu prísir sum á teimum styttri leiðinum.
Tað verður eisini ókeypis at sigla og koyra við bygdaleiðum tveir dagar um ári, men nær hesir dagar verða, er ikki avgjørt.