Granskarar siga, at fosfor til taðing fer at ganga undan um 100 ár, tað kann geva stórar matvørutrupulleikar. Handilstøð kunnu verða søga longu um 100 ár, tað fer at viðføra stórt matvørutrot. Tað verður sagt av nógvum granskarum.
Tí verður tað trupult hjá bøndrum, at fáa nokk tøð til grøði sína. Tað fer at gera, at matvøruframleiðslan fer at minka nógv, skrivar blaðið Ingeniøren.
Granskarar halda, at framleiðslan av handilstøðum kemur í hæddina ár 2034, aftná tað fer framleiðslan at minka.
Tað at landbúnaðarvørur nú verða brúktar til bio-brenni og tann økti búðskaparvøksturin, serliga í Asiu, gera, at eftirspurningurin eftir landbúnaðarvørun er nógv vaksin. Tí verður eisini nógv meira brúkt av handilstøðum, og harvið er prísurin er nógv øktur. Teir seinastu 15 mánaðarnar er prísurin fyri eitt kilo av handilstøðum farin úr 6 kr. upp í 15 kr.
So stórur prísvøkstur hevur neyvan verið áður, Fyri bøndurnar hevur tað stórar avleiðingar, taðingarparturin hevur verið 20% av bruttoútreiðslnum, men nú verða taðingarútreiðslurnar 35%. Sum tíðin gongur, fara bøndurnir helst at spara uppá handilstøðini og harvið minka um framleiðsluna, sigur Jan Nielsen, framleiðslustjóri hjá Dansk Landbrugs Grovvareselskap við Ekstrablaðið.