Prísurin fallin næstan 50%

? Nú er veitslan hjá idnaðarflotanum liðug. Prísurin á ídnaðarfiski er fallin heilt nógv seinastu tíðina. Á Havsbrún vænta tey tó, at hann fer at hækka eitt sindur aftur.

Nú eru teir gyltu dagarnir hjá nótakipunum farnir.

Frá tí at skipini settu øll met í fjør, tá ið prísurin á uppisjóvarfiski var í topp, skulu tey nú venja seg við lakari tíðir.

Prísurin á uppisjóvarfiski er nevniliga fallin næstan 50% seinasta hálva árið, í hvussu so er, hvat summum fiskasløgum viðvíkur.

Prísfallið byrjaði seinast í 1998, men gongdin hevur verið tann sama, tað, sum farið er av 1999.

Eitt nú er prísurin á svartkjaftið fallin 29 %.

Á nebbasild er prísurin fallin 32 %, á brislingi 35 % og á sild er hann fallin næstan 50%.


Kemur ikki óvæntað

Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur tó, at prísurin gongur altíð upp og niður.

Prísfallið nú kemur als ikki óvæntað á teir.

Og hann væntar eisini, at prísurin fer eitt sindur uppaftur og at hann fer at leggja seg á eitt hóskandi støðið.

? Men tað eru øll greið yvir, at prísurin kemur ikki uppaftur á tað støðið, sum hann var fyri nøkrum mánaðum síðani, sigur Stjórin á Havsbrún.

Í løtuni er prísurin á ídnaðarfiski 45-50 oyru fyri kilo í miðal og stjórin á Havsbrún metir, at prísurin fer at at støðast onkustaðni rundanum 60-70 oyru fyri kilo.

Tað heldur hann vera eitt hóskandi støði, eftir at prísirnir vóru heilt óvanliga høgir í fjør.

Fyri nøkrum mánaðum síðani var hann 90 oyru fyri kilo og gott tað.

Prísurin á sild hevur ligið upp ímóti 1,30

Aðrir eygleiðarar eru meiri svartskygdir, enn stjórin á Havsbrún er.

Í norska blaðnum Fiskaren meta eygleiðarar, at útlitini eru smá fyri, at prísurin fer uppeftir aftur.


Fleiri orsøkir

Bergur Poulsen sigur, at tað eru fleiri samanfallandi orsøkir til prísfallið á uppisóvarfiski

? Ein orsøk er, at ferð er komin á aftur framleiðsluna av mjøli og lýsi í Suðuramerika.

? Í Suðuramerika eru so stór fiskamjølsvirki, at tað er í veruleikanum har, at prísurin á alheims marknaðinum verður ásettur.

? Men harafturat eru virkini í Suðuramerika illa fyri fíggjarliga av bakkastinum, sum fiskaloysi í langa tíð hevur ført við sær,

? Og bankarnir hava mestsum tikið ræðið á teimum og noytt tey at selja bíligari, enn tey undir vanligum umstøðum høvdu selt fyri.

? Ein triðja orsøk er, at kreppan í Russlandi hevur elvt til, at tann marknaðurin fyri matsild og makreli er munandi viknaður.

? Og ein fjórða orsøk er, at prísurin varð so høgur at tey, sum plagdu keypa lýsi, fóru heldur at brúka soyaolju í síni framleiðslu, heldur enn lýsi.

? Tá ið prísurin á lýsi so fellur, fer eftirspurningurin aftur at økjast, og so hækkar prísurin eitt sindur.

Bergur Poulsen sigur, at hetta er myllan, tey eru von við, og tí væntar hann eisini, at prísirnir fara eitt sindur uppaftur.