Prístalsregulering gevur 137,4 milliónir

Tað sigur danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingslim.

Sjúrður Skaale spurdi danska fíggjarmálaráðharran, hvussu nógvan pening, Føroyar hava »mist« orsakað av, at blokkurin varð fastfrystur í 2002.

Upprunaliga avtalan var, at blokkurin skuldi fastfrystast í tíðarskeiðinum 2003 til 2006. Men eisini fylgjandi árini hevur blokkurin verið hin sami, 615,5 milliónir krónur.

Bjarne Corydon sigur soleiðis í svarinum til Sjúrð Skaale:

»Såfremt tilskuddet i 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2010 og 2011 efter aftaler mellem regeringen og landsstyret var blevet pristalsreguleret, ville tilskuddet i 2011 have udgjort 752,9 mio. kr. svarende til en difference på 137,4 mio. kr. i forhold til de 615,5 mio. kr., der fremgår af lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2011«.

Í útrokningini er nýtt vanligi prís- og lønarvøksturin fyri hvørt ár sær.