GSM
Við tveimum veitarum á marknaðinum, sigur tað seg sjálvt, at landslagið fer at broytast nakað.
Kall bjóðar Føroya Tele av á marknaðinum við GSM. Tað er eingin loyna, at hesin marknaðarparturin hevur verið sera góður fyri Føroya Tele, sum hava ligið sum einasti veitari á marknaðinum. Kundarnir hava streymað til. Tað hevur eisini fyri ein stóran part verið GSM, ið hevur verið grundarlagið undir metstóra yvirskotinum hjá Føroya Tele seinastu árini.
Frá Føroya Tele hava vit fingið upplýst, at síðst í oktober mánað vóru 30.596 fartelefonkundar íalt. Harav 14.299 teletíðarkundar, 14.847 á tí vanliga GSM haldinum og 1.520 NMT 450 kundar.
Trekkja vit NMT kundarnar frá, so eru framvegis 29.076 GSM kundar. Kall bjóðar ikki NMT tænastur, og flestu NMT kundarnir nýta NMT, tí hetta netið røkkur betri enn GSM netið.
Tá hugsað verður um, at fólkatalið í Føroyum er umleið 47.500, so kunnu 30.596 fartelefonkundar tykjast rættiliga nógv. Men ? skal mann trúgva teimum serkønu ? kann og fer marknaðurin at veksa við kanska einum áttatúsund kundum afturat.
Kall hevur ætlanir um at ogna sær fleiri enn fjøruti prosent av marknaðinum, og hetta merkir so eisini, at teir skulu taka ein ávísan marknaðarpart frá Føroya Tele.
Higartil hevur Kall lagt út við nøkrum sera lágum introduktiónsprísum.
Kall eigur í dag ? sambært stjóranum hjá Kalli ? tjúgu prosent av marknaðinum av fastnetkundum. Kall og TeleF vórðu løgd saman í eitt sterkari Kall í oktober mánað í fjør.
Avtala er gjørd millum Føroya Tele og Kall um innanland reiking, har Kall nýtir netið hjá Føroya Tele, har teirra egna ikki røkkur. Hetta merkir so eisini, at Kall fer at vinna minni pening av sínum kundum uttanfyri Havnina.
Avtalan um reikingina varð í sínari tíð gjørd fyri at forða dupultum íløgum, varð sagt.
Prísirnir lækka
Hjá Føroya Tele eru tey klár til kappingina.
Richard Mortensen, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sigur, at teir eru fegnir um kappingina, ið teir eisini hava leingi roknað við fór at koma.
?Vit síggja hetta sum eina avbjóðing og vilja framhaldandi bjóða góðar tænastur í kappingini, sigur Richard Mortensen.
Og marknaðarstjórin lovar lægri prísir til sínar kundar.
?Seinastu árini hava vit lækkað okkara prísir rættiliga nógv, og hetta vilja vit framvegis gera. Vit meta eisini, at vit í dag hava rættiliga lágar prísir í mun til onnur Norðanlond, sigur Richard Mortensen.
Hann vil ikki siga júst, hvussu nógv prísirnir at tosa í fartelefon fara at lækka, men lækkingar fara so í øllum førum at henda, nú kapping er komin á marknaðin.
Hann er tó ikki í iva um, at Føroya Tele vil standa seg í kappingini ? bæði fíggjarliga og tøkniliga.
Fyrst prepaid
Nú Kall leggur út við einum talutíðar konsepti, so verður tað eisini her, at kapping fer at merkjast í fyrstu atløgu. Føroya Tele kemur við einari ?jólagávu?, til sínar kundar, sum inniber, at kundar frá eitt 100 kr. talutíð fyri væl minni enn hundrað kr.
Byrjunarprísirnir hjá Kalli eru nakað væl lægri enn teir hjá Føroya Tele á talutíðarøkinum.
Gera vit eina lítla samanbering, so sæst, at tú fært sum er væl meira fyri pengarnar hjá Kalli enn hjá Føroya Tele. Talan er um byrjunarprísir, og tískil mugu samanberingin takast við fyrivarni. Prísurnir verða broyttir hjá Kalli 1. februar 2003, og Føroya Tele fer eisini at finna upp á okkur.
Men sum er, so fæst ein startpakki ? frælsi í dós ? frá Kalli fyri 199 kr. Við í pakkanum er 100 kr. talutíð og velur tú at skráseta teg, so fært tú 50 kr. talutíð afturat.
Ein startpakki frá Føroya Tele kostar 300 kr. Har fært tú 100 kr. talutíð við í pakkanum, og tú skalt skráseta teg, tá tú keypir. Við Kalli ber eftir øllum at døma til at ringja ?anonymt?.
Eisini er stórur munur á prísinum:
Hjá Føroya Tele sendir tú eini SMS-boð fyri 90 oyru, men hjá Kalli kostar SMS-boðið 60 oyru.
Prísurin hjá Kalli at ringja er 1,75/min. alt samdøgrið innanlanda. Hjá talutíðarkundum hjá Føroya Tele er kostnaðurin 4 kr./min. um dagin, t.e. frá 6 til 18, og um kvøldið 2 kr./min.
Setir tú eitt roknistykki upp, har tú tosar eins nógv um dagin og um kvøldið, so fært tú munandi fleiri minuttir frá Kalli.