Laksaprísir
Føroyskir alarar eru í øllum góðum komnir aftur av matvørumessu í Brússel, og vónirnar um nýggjar avtalur um veiting av laksi og laksavørum – eisini til nýggjar keyparar - eru góðar.
Í Sosialinum herfyri segði sølu-og marknaðarleiðarin hjá Vestsalmon í Kollafirði, Bogi Johannesen, at amerikanskir keyparar á matvørumessuni í Brússel vístu føroyskum laksi rættiliga stóran áhuga, nú chilenska alivinnan er vorðin so fongd við ILA-smittu.
Tørvur er á laksi á amerikanska marknaðinum, og hetta hevur við sær, at amerikanskir keyparar leita eftir nýggjum veitarum til marknaðin.
Eingin tollur
Bogi Johannesen sigur, at meðan eitt nú norðmenn noyðast at gjalda toll á heilum laksi til USA, eru føroyskir veitarar higartil slopnir undan toll.
- Norðmenn eru tí farnir at skera laks og selja hann sum flak á amerikanska marknaðinum, og tá sleppa teir undan tolli, sigur hann.
Sølu-og marknaðarleiðarin vísir á, at amerikanskir keyparar serliga hava víst áhuga fyri feskum laksi, bæði heilum fiski og laksafløkum, men áhugi er eisini fyri frystum fiski.
Virksemið hjá Vestsalmon snýr seg ikki um virking av fiski, men møguleikar eru at senda fisk til virkingar í eitt nú Skotlandi ella Danmark, sum síðan kann seljast víðari sum fløk.
- Flutningssambandið við Skotland og Danmark er hampiliga gott í løtuni, so hetta er avgjørt ein møguleiki, um tað fer at gerast áhugavert, sigur Bogi.
Tað er ikki vanligt á eini slíkari matvørumessu, at neyvar avtalur verða gjørdar millum seljarar og keyparar.
- Men vit hava fingið nógv nýggj sambond, bæði í USA og nógvastaðni kring um í Evropu og Asiu, og fyri okkara viðkomandi mugu vit siga, at messan eydnaðist sera væl, sigur hann.
Bogi Johannesen sigur, at longu nú selir Vestsalmon ein part av síni framleiðslu í USA, og mangt bendir á, at veitingarnar vestur um hav fara at veksa.
- Men hetta veldst sjálvsagt eisini um, hvussu nógvan fisk vit kunnu útvega, og hvør eftirspurningurin verður á teimum marknaðum, sum vit longu hava at røkja, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at Vestsalmon plagdi at selja stóra laksin, sum vigar 6 kilo og meira og eini 50% av framleiðsluni av sílum, til Ruslands, men russiski marknaðurin er ikki latin uppaftur enn.
- Tað er serliga stóri laksurin, sum hevur áhuga í Ameriku, meðan eitt nú Evropa leggur meira í fiskin, sum vigar nakað minni, sigur hann.
Góðir prísir
Bogi Johannesen sigur, at framleiðslan hjá Vestsalmon av laksi í ár fer at liggja um eini 6.000-7.000 tons, meðan framleiðslan av sílum verður eini 5.000-6.000 tons.
Stutt um prísirnar, sum felagið fær í dag, sigur sølu-og marknaðarleiðarin, at heilur laksur liggur rundan um og omanfyri 30 krónur fyri kilo, sum er einar 10 krónur meira, enn tey fingu fyri hendan fiskin fyrst í hesum árinum.
- Jú, vit kunnu bara siga, at laksaprísurin er ógvuliga góður í løtuni, sigur Bogi Johannesen.