Príshækkingarnar ein veruleiki

Um fólk keypa sær tíggjutúrakort við einum av oyggjaleiðunum hjá Strandferðsluni áðrenn mánadagin, kunnu tey spara pening

Í útvarpinum herfyri varð sagt, at fólk kunnu spara pengar við at keypa sær tíggjutúrakort frá Strandferðsluni. Príshækkingin kemur í gildi mánadagin, og hon hevur millum annað við sær, at tíggjutúrakortini við eitt nú Dúgvuni hækka úr 255 krónum upp í 300. Ein ferðaseðil fer framyvir at kosta 35 krónur. Tíggjutúrakortini til bilar kosta enn 680 krónur, men frá mánadegnum av fara tey at kosta 740 krónur.
Men verandi tíggjutúrakort kunnu keypast til og við sunnudagin, so her hava ferðafólk møguleika til at spara pening.
Hetta er sjálvandi galdandi fyri allar oyggjaleiðirnar hjá Strandferðsluni, har ein príshækking fer fram komandi mánadag