Millum annað er prísurin á heilivági móti ov høgum blóðtrýsti, ov høgum kolesteroli og móti magasári farin nógv upp. Hetta merkir, at útreiðslurnar hjá bæði tí almenna og hjá sjúklingunum fara upp. Príshækkingarnar hjá framleiðarunum standa í andsøgn við prísavtaluni, sum limirnir há Lif hava við innanríkis- og sunnheitsministaran í Danmark, Lars Løkke Rasmussen. Hendan avtalan heldur písunum á ektaðum heilivági í stað.