PR serfrøðingur á vitjan

Bretski serfrøðingurin Magnus Carter kemur til Føroya at halda skeið um tilbúgving innan samskifti.

Fríggjadagin 12. oktober verður skipað fyri skeiði í public relations í Öström á Skálatrøð undir leiðslu av bretanum Magnus Carter. Skeiðið "Media Masterclass with Magnus Carter: How to Stay Credible and Take the Drama Out of a Crisis" er ætlað til kvinnur og menn í leiðandi størvum innan vinnulívið og tað almenna og snýr seg serliga um tilbúgving og fyribyrging innan samskifti.

Magnus Carter, sum er nevndarformaður í Mentor Consultancy, Bristol, hevur skrivað bókina "Handling the Media" og er altjóða kendur fyri ráðgeving og undirvísing innan miðlar og kreppusamskifti. Hann byrjaði sína journalistisku yrkisleið á tíðindabløðum og fór seinni at arbeiða innan BBC og aðrar loftmiðlar, bæði sjónvarp og útvarp. Hann hevur verið Senior Postgraduate Journalism Lecturer við University of West of England og er tilknýttur ráðgevi hjá Bristol Business School umframt at vera knýttur at Ashridge Business School.

Magnus er kendur sum ein framúrskarandi undirvísari. Hann stovnaði Mentor Consultancy í 1998 og hevur síðani tá samstarvað við nógvar fyritøkur og stovnar innan samskifti. Hann er limur í og góðkendur undirvísari hjá Chartered Institute of Public Relations (CIPR) við serkunnleika í váðamálum og kreppu.

Hann var samskiftisráðgevi fyri Bristol Royal Infirmary Public Inquiry Team og hevur givið kreppuráð og undirvíst fyri m.a. flutningsfyritøkur, bankar, orkuveitarar og stovnar innan fíggjarvinnu og undirhald umframt heilsutænastu og lokalar myndugleikar í Stóra Bretlandi.