Prísansing og avtøku av oljuavgjaldinum

Fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum krevja oljuavgjaldið avtikið og prísansing

POLITIKKUR

 
Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag heita nú føroyskar politikarar um at seta á stovn á prísansing og at avtaka oljuavgjaldið.
- Vit frætta dag og dagliga, at hóast vanligi løntakarin ikki fær nakra lønarhækking, so hækka prísirnir á handilsvørum alsamt uttan at nakað eftirlit er við hesum prísvøkstri.
Vit meta tað vera ábyrgdina hjá politiska myndugleikanum at bera so í bandi, at prísansing verður sett í verk, soleiðis at møguleiki ikki er fyri ótálmaðari hækking av prísinum á vanligum handilsvørum, skriva feløgini.
Og tað er ikki ikki nóg mikið við tí. Nógv umrødda oljuavgjaldið skal eisini burtur.
- Talan er um ein eyka skatt, sum er steinur oman á byrðu hjá nógvum familjum, og við øktum útreiðslum og alsamt minkandi arbeiði í høvuðsvinnu okkara, meta vit tað vera skyldan hjá okkara fólkavaldu polittikarum, at taka upp hetta mál.
Vit heita á allar politisku flokkar á tingi umframt hvønn einstakan fólkavaldan politikara um at melda greitt út, hvørja støðu tey hava til frammanfyri nevndu áheitan okkara, soleiðis at borgarin veit, hvørja støðu politikararnir hava til hetta álvarsmál, skriva feløgini.
Enn frættist ikki nakað um afturmelding frá politisku flokkunum.