14.000 fleiri ferðafólk fóru í fjør um flogvøllin í Vágum sammett við 1999. Stóri vøksturin kemst ivaleyst av ymsum orsøkum, men kampanjurnar hjá flogfeløgunum hava havt ávirkan.
- Flogfeløgini høvdu prísátøk í fjør, og tey hava fingið fleiri fólk at ferðast, sigur Torfinn Jacobsen, sum umsitir hagtølini hjá Vága Floghavn.
- Í apríl og mai var ein munandi vøkstur í ferðafólkatalinum, tá átøkini vóru, og aftur fram móti jólum, tá serlig tilboð vóru á ferðaseðlum úr Føroyum til Danmark, var stórur vøkstur, sigur hann.
Roknar við vøkstri í ár
Torfinn Jacobsen vísir samstundis á, at økingin av ferðafólkum hevur verið støðugur alt árið, og allir mánaðirnir uttan september vóru betri enn í 1999.
Hann heldur, at vøksturin í ferðafólkatalinum eisini skyldast, at tað er vorðið meira vanligt hjá fólki at flúgva, og hann roknar tí eisini við, at ferðafólkatalið í Vágum fer at økjast í ár.
- Í 2000 var vøkstur heili 11 prosent. So stóran vøkstur kunnu vit ikki rokna við, men eg vildi mett, at tað verður ein ávísur vøkstur í ár - kanska serliga um oljuvinnan kemur rættiliga í gongd, sigur hann.
Farmur upp og niður
Lítil vøkstur var í farma- og postflutninginum í fjør, og summar mánaðir hongur tað saman við, at tey mongu ferðafólkini gera, at minni pláss er fyri farma- og postflutningi.
- Hetta er ivaleyst orsøkin til, at farmaflutningurin í desember var minni í 2000 enn í 1999. Flogførini kunnu ikki flyta eins nógvan farm, tá ferðafólkatalið veksur nógv, sigur Torfinn Jacobsen.
Stór skifti eru í farmaflutninginum gjøgnum árið. Í mars mánaði í 2000 vaks farmurin við 50 prosentum, og í august var vøksturin 28 prosent. Stór minking var hinvegin í oktober og november mánaði.
- Eg dugi ikki rættiliga at siga, hví tølini eru so ymisk fyri teir ymsu mánaðirnar, men eg kann í hvussu so er staðfesta, at slík gongd er ikki óvanlig, sigur Torfinn Jacobsen.