Prámur rak fyri vág og vind

Vaktarskipið Brimil fekk í gjár eina øðrvísi uppgávu, tá ein týskur trolari boðaði frá, at teir høvdu sæð ein prám reka millum Føroyar og Ísland.


Sambært heimasíðuni hjá Vørn, so var tað um middagsleitið í gjár, at myndugleikarnir fingu boð frá týska trolaranum og um seks tíðina á kvøldi fann vaktarskipið Brimil prámin. Tá var hann staddur 120 fjórðingar norðanfyri Føroyar.


Talan var um ein stóran prám á umleið 22 x 13 metrar og verður mett, at hann varð mistur av einum fraktskipið eystur úr Labrador í november í fjør.


- Prámurin er bygdur í 2012 og er í sera góðum standi, sjálvt um hann hevur rikist fyri vág og vind í meira enn eitt hálvt ár, skrivar Vørn.


Brimil er í løtuni á veg til Føroyar við práminum, men enn er greiða ikki fingið á hvat skal gerast við hann.