Bianco eru kendir fyri sínar skógvar og annarleiðis lýsingar. Nú verður vøruúrvalið víðkað til eisini at umfata taskur, turruklæði reimar og aðrar prýðislutir.
Hetta er nýtt konsept, ið er royndarkoyrt í Evropa og er nú at fáa í øllum Bianco handlunum í heiminum.
Tað eru prýðislutir saman við smálutum, sum gera allan munin á klæðum. Tær slitnu cowboybuksurnar og t-shirtin fáa eitt heilt nýtt look, tá tey t.d. verða sett saman við høgum hælum og tilhoyrandi belti. Smálutir sum seta prikkin yvir i`ið.
Vørurnar eru komnar, og sølan av Bianco Gear byrjar í dag, sigur Hans Vaag, stjóri í Handilskjarnanum.










