Heilsuverkið í Føroyum hevur ongar ætlanir um at bjóða sjuklingum HBOT viðgerð. Tað staðfestur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Bjørg Dam, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri Javnaðarflokkin, hevur víst á, at Hyperbar oxygen terapi, HBOT, er eitt viðgerðartilboð til fólk við diabetis, sklerosu, demens, Parkinson, og øðrum álvarsomum sjúkum. Viðgerðin fer fram á tann hátt, at sjúklingurin fær 100 prosent reint súrevni at anda í seg undir trýsti í 90 minuttir.
Tað fer fram í einum serligum trýsttanga og hon sigur, at kanningar vísa, at ávísir sjúklingar fáa týðiligar batar eftir HBOT viðgerð, og fleiri og fleiri vísindaligar greinar vísa serliga á fyrimunir í samband við Parkinson sjúku. Tað, sum hendir við HBTO viðgerðini, er, at súrevni verður trýst út í kroppin og at blóðrenslið verður betri.
Tað koma nýggjar blóðæðrar, og kroppurin fær betri umstøður at grøða seg sjálvan. Súrevni virkar reinsandi, og tí er viðgerðin eisini munagóð at grøðing sár, bruna og vevnað, sum eru oyðilagdur av stráluviðgerð og øðrum.
Tí hevur Bjørg Dam spurt, um hetta er eitt tilboð, sjúklingar í Føroyum kunnu vænta sær. Men tað skulu teir ikki.
Sirið Stenberg sigur, at talan er um ógvuliga framkomin tól, við alskyns trygdarskipanum, sum verða bara serútbúgvin teknikarar og heilsustarvsfólk kunnu brúka. Ein trýsttangi er á Landssjúkrahúsinum, men hann kann bara brúkast til at viðgera fólk fyri kavarasjúku.
Mett verður, at ein tangi til HBTO viðgerð, og sum tekur átta fólk, har fólk í koyristóli, og á børu kundu koma inn, saman við heilsustarvsfólki, kostar seks milliónir krónur og hann fer at kosta 1,7 milliónir um árið í rakstri.
Skal HBTO-viðgerð verða eitt tilboð í Føroyum, verður talan um eina munandi størri upphædd til raksturin, tí at nógv fleiri fólk skulu setast í starv, bæði læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og teknikarar, tí sum er hevur Landssjúkrahúsið ongi starvsfólk, sum eru skikkað til at veita hesa viðgerðina.
Sjúkrahúsverkið hevur upplýst seinastu nógvu árini hava tey ikki sent nakran føroyskan sjúkling í HBTO viðgerð uttanlands tí tey halda ikki, at nóg góð prógv eru fyri, at at sjúklingar hava nakað serligt gagn av viðgerðini. Og sostatt eru ongar ætlanir um at fáa slíka viðgerð í Føroyum.









