Prógvini eru ov veik

Tað er eingin grund til at boðsenda Kate og Gerry McCann til avhoyringar eina ferð afturat Portugisiski dómarin, sum teir seinastu dagarnar hevur kannað løgreglufrágreiðingina í málinum um Madeleine McCann, hevur nú boðað frá, at prógvini hjá løgregluni eru ov veik.

Tað skrivar bretska blaðið Daily Mail.

Avgerðin ber millum annað í sær, at portugisiska løgreglan kann ikki krevja at sleppa at avhoyra Gerry og Kate McCann eina ferð afturat, sum løgreglan annars ætlaði.

Samstundis hava McCann-hjúnini fingið sær fyrrverandi BBC-tíðindamannin Clarence Mitchell til talsmann. Hann segði í gjár, at tað er púra burturvið, tá summi leggja foreldrini undir at hava beint fyri Madeleine.