Halla Nolsøe Poulsen, Froðba, hevur tann 20 februar 2006 lokið prógv sum
stjórnmálafrøðingur við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Halla hevur í síni lestrartíð starvast í danska Umhvørvismálaráðnum, og hevur arbeitt á donsku sendistovuni í Washington.
Hon starvast nú í uttanríkisdeildini á Løgmannsskrivstovuni.