Prógv sum kokkar á tekniska skúlanum í Ålborg

Á tekniska skúlanum í Ålborg hava Malja Danielsen og Joan Jørgensen úr Sørvági fingið prógv sum kokkar.

Báðar arbeiða tær á Hotel Vágum, og kundu tær fyrr í ár halda sín 25 ára starvsdag har.

Joan Jørgensen fekk "Horesta meistarakrússið" sum bert verður givið fyri sera gott avrik. Hon stóð royndina við rós. Malja Danielsen fekk "flidsdiplom" fyri gott avrik.