PPP-modell til Skálafjarðartunnilin

Seks milliardir krónur. Tað er upphæddin, sum PensjonDanmark hevur latið upp í hendurnar á fýra fyrrverandi DONG-fólkum at arbeiða við. Hesir fýra fingu allir fótin, tá tað kom undan kavi, at teir høvdu brúkt óvanliga aggressivar mátar at trýsta seg til meira løn og størri bonus í almenna orkufelagnum í Danmark.

Síðani oktober í fjør hava teir arbeitt í fyritøkuni Copenhagen Infrastructure Partners, sum í løtuni samráðist við Innlendismálaráðið um Skálafjarðartunnilin. Við í teimum samráðingum er eisini Føroya Lívstrygging, ið landsstýrið framvegis hevur fult tamarhald á.

Teir fýra, teirra millum føroyingurin Rune Bro Róin, hava tó framvegis gott samband við sín fyrrverandi stjóra í DONG, Anders Eldrup, ið sjálvur varð koyrdur frá í kjalarvørrinum av DONG-gøluni.

Eldrup stendur sjálvur annar undir eini feskari frágreiðing, ið lýsir hvussu tað almenna og tað privata saman kunnu byggja út infrakervið næstu árini.

Frágreiðingin er skrivað fyri fimm av størstu pensjónskassum í Danmark, ATP, PFA, PKA, Sampensjon og PensionDanmark.

Frágreiðingin nevnir ítøkiliga Skálafjarðartunnilin sum eina verkætlan, ið landsstýrið ætlar at fremja eftir PPP-modellinum.

PPP-modellið er umstrítt og royndirnar kring heimin eru misjavnar. Dømi eru um, at verkætlanir eru blivnar nógv dýrari enn upprunaliga ætlað, og eisini eru dømi um, at tað almenna hevur verið trýst til at taka um endan.

Í ítøkiligu verkætlanini við Skálafjarðartunnlinum er, sum Sosialurin skilir, leisturin at privatir íleggjarar koma við 300 milliónum krónum, meðan restin verður fíggjað við láni.

Keldur hjá Sosialinum vilja vera við, at almennu Føroyar vera við til at fíggja tunnilin, umvegis pensjónspengar úr Føroya Lívstrygging.

Feska frágreiðingin frá Anders Eldrup og Peter Schütze um íløgur í infrakervi eftir PPP-modellinum, kann lesast HER