Tað gjørdi, at stóra høvuðsfeltið var væl og virðiliga skorið niður, tá málstrikan nærkaðist, og her vóru tað so einir 20 súkklarar, sum kappaðust um etapusigurin. Á seinastu metrunum eydnaðist italska Filippo Pozzato at stríða seg á oddasessin, og soleiðis klintraði hann upp á triða plássið í samlaðu støðuni, har Cancallara enn er fremstur.