Powermeet við Hoyvíksvegin

Leygardagin 19. mai verður Powermeet, ið er ein kapping um at finna Føroya ?kraftigastu? motorsúkklu.Tiltakið verður við Super Dekk á Hoyvíksvegnum í Havn. Tað er Føroya MC, ið skipar fyri tiltakinum, ið er tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Powermeet er annars vanligt uttanlanda, og nú ætla fyrireikarirnir at royna hetta her heima.

Kappast verður í fýra bólkum: chopparar, súkklur upp til 600 kubikk, súkklur upp til 1.000 kubikk og súkklur yvir 1.000 kubikk.

Skráin fyri dagin sær soleiðis út: Føroya ?kraftigasta? motorsúkkla skal finnast, og síðan vera ymiskar kappingar so sum: motorblokkakast, koppa dekk, burnout og annað.

Børnini sleppa eisini at royna seg í ymiskum kappingum. Tey sleppa túrar við motorsúkklu og at sita á politimotorsúkkluni, ið kemur framvið.

Steyp og vinningar vera latin. Fyrireikararnir siga, at fólk ið ynskja at vera við til kappingarnar eru væl komin til tiltakið - við ella uttan motorsúkklu.

Tiltakið, ið er eitt familjutiltak, byrjar kl. 16 við Super Dekk á Hoyvíksvegnum í Havn.