Fyrrapartin er sonevnda Power Hub skipanin sett til. Hetta er skipan, sum skal forða fyri black-out á kervinum hjá SEV.
Skipanin er sum longu frágreitt ment av DONG Energy sum í trý ár hevur samstarvað við SEV. Tað er eisini ein av orsøkunum til, at tað júst er SEV, ið skal royndarkoyra nýggju skipanina.
Hetta verður gjørt í samstarvi við Bergfrost, Kollafjord Pelagic og Hiddenfjord/Fútaklettur.
Tað vóru vara sltjóða sølustjórin hjá DONG Energy, Evert den Boer, landsstýrismaðurin í orkumálum, Johan Dahl, og nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, ið tendraðu skipanina (myndin).
Hildið verður fram til døgurðasteðgin, sum verður 11.30, og klokkan 12.38 verður ein beinleiðis roynd gjørd við Power Hub skipanini á Sundsverkinum.
Fyrilestrarhaldarar og luttakarar eru komnir til landið í gjárkvøldið, og dagurin endar longu klokkan 13.30, tí luttakararnir skujlu av landinum aftur við flogfari klokkan 14.45.