Men nú hava ensku Premier League liðini Tottenham, West Ham, Fulham og Portsmouth melda ser sum áhugað at keypa danska landsliðsleikaran.
29 ára gamli Poulsen er til keyps fyri £6M, men feløgin kanna møguleikan at leiga leikaran.
Lee Anderson, sum er umboðsmaður fyri Juventus í Onglandi, sigur við Daily Mail, at fýra feløg á suðursíðuni hava víst leikaranum áhuga.
Vit fara at hava fundir við feløgini í kvøld, og alt kann verða avgreitt mánadagin, sigur Lee Anderson við enska dagblaðið.
Sambært Daily Mail eru Tottenham og West Ham best fyri í kappingini um Christian Poulsen, men The Sun skrivar, at Portsmouth hevur boðið £2M fyri leikaran.










