Poulsen fer ongan veg

-

 

Tað hevur leingi ljóðað, at miðvallarleikarin hjá FCK, Christian Poulsen, er ávegis til enskan fótbólt, har Birmingham hevur sýnt sera stóran áhuga. Formaðurin í enska felagnum hevur sostatt áður váttað, at teir hava boðið 6 mió.£ fyri leikaran, og at felagið harumframt hevur givið honum eitt tilboð, sum hevði sett hann millum best løntu leikararnar í ensku 1. deild.

Mánadagin kunngjørdi FCK-stjórin, Flemming Østergaard, tó, at Poulsen ikki fer nakran veg í hesum umfarinum. Saman við ráðgeva sínum og ítróttarstjóranum í FCK hevur Poulsen umhugsað støðu sína, og niðurstøðan er, at hann framvegis er FCK-leikari.