- Eg haldi framvegis, at ein sjálvstýrissamgonga er tað rætta og eg hevði framvegis vónir um, at tað fer at eydnast.,
Poul Michelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin hevur framvegis vónir um at áheitanin frá sjálvstýrisflokkinum um eina sjálvstýrissamgongu, verður tikin til eftirtektar.
-Tað er eitt heilt natúrligt úrslit var valinum.
Formaður okkara, Jørgen Niclasen, hevur skotið upp at skipa eina sjálvstýrissamgongu og tað stuðli eg honum í til fulnar.
Og hóast tað stendur aðrastaðni í blaðnum, at Høgni Hoydal heldur at tað er ov seint, vónar hann framvegis, at tað tað endar við eini AEH samgongu.
- Eg skilji ikki, at Høgni Hoydal spælir fornermaður bara tí at hann ikki varð spurdur fyrst.
- Tað hevði sampakka betri við tann boðskap vit høvdu í valskrá okkara uppundir valið og eg vildi bara ynskt, at Fólkaflokkurin hevði verið skjótari at sæð hendan møguleikan ístaðin fyri at brúka so langa tíð upp á eina ABC samgonga, sum varð deyðfødd.
Hann sigur, at ABC høvdu slitið hvønn annan upp í undanfarna valskeiði og Magni Laksáfoss, sum var ein høvuðsstrupulleiki í henni, fekk eitt kanón val. Tí var tað burturpilt at brúka so langa tíð at royna at endurstovna hana, sigur Poul Michelsen.
- Tað var undarligt, at Jóannes Eidesgaard skuldi síggja hetta, áðrenn vit sjálvir sóu tað.