Poul setir tingið á triðja sinni

Tað verður Poul Michelsen, formaður í Framsókn og elsti tingmaður, sum um eina løtu fer at seta tingið til fyrsta tingfundin hjá nýggja tinginum.

Tað verður Poul Michelsen, formaður í Framsókn og elsti tingmaður, sum um eina løtu fer at seta tingið til fyrsta tingfundin hjá nýggja tinginum.

Tað er í samsvar við tingskipanini §2, ið ásetir at tað er ellisformaðurin, ið tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður inntil nýggjur formaður er valdur.

Hetta er triðju ferð, at Poul Michelsen fær heiðurin at seta tingið. Í 2011 og 2015 var hann nevniliga eisini ellisformaður.

Seinni á fundinum verða valbrøvini hjá teimum, ið vóru vald á ting 31. august eftirkannað sum ásett í stýrisskipanarlógini og tingskipanini. Valbrøvini eru send til teirra, ið vórðu vald á valinum.

Tá valbrøvini og valúrslit eru góðkend og løgtingsmenn hava skrivað undir váttan, har tey leggja frá sær øll álitisstørv, ið eru í stríð við stýrisskipanarlógina §8, er val av løgtingsformanni og næstformonnum á skránni.

Tað er vanligt, at teir flokkarnir, ið skipa samgongu, avtala sínámillum hvør verður tingformaður. Í 2002 eydnaðist tó ikki at skipa samgongu áðrenn løgtingið kom saman aftur, so Edmund Joensen varð valdur sum løgtingsformaður. Hann sat tískil sum løgtingsformaður, hóast Sambandsflokkurin endaði í andstøðu.

Greitt er longu nú, at tað er Fólkaflokkurin, ið fær tingformannin, men enn er ikki váttað hvønn flokkurin velur í sessin.