Leygardagin hin 29. januar varð skipað fyri hátíðarhaldi í Avhaldshúsinum í Vík, har røktingarmaðurin, Poul Samuelsen, fekk handað tænastumedalju frá Margrethu drotning.
Poul Samuelsen hevur verið røktingarmaður í Byrginum, tey rópa, í 50 ár. Umframt tænastumedaljuna, fekk røktingarmaðurin eisini gávu frá haganum.
Tað var hagastýrið, sum skipaði fyri hátíðarhaldinum, og tað var Niels Nattestad, sum handaði tænastumedaljuna fyri trúgva og drúgva røkt í haganum.
Poul Samuelsen var óvanliga ungur, tá hann tók við sum røktingarmaður. Hann tók við álitisstarvinum sum einans 13 ára gamal í størsta av teimum trimum hagunum í Vík.
Tríggir røktingarmenn vóru í Byrginum, tá hann byrjaði, men síðan 1979 hevur bara verið ein røktingarmaður. Soleiðis hevur Poul Samuelsen einsamallur røktað hagan fram til 2020.
Eini 50 fólk vóru til løtuna í Avhaldshúsinum, og her varð bjóðað smyrjibreyð og kaffi. Niels Nattestad sum handaði tænastumedaljuna, segði nøkur orð, og tað gjørdi Poul Samuelsen eisini.
Úr Vík verður sagt, at hetta var ein sera hugnalig løta - til heiðurs fyri røktingarmanninum.
##med2##