Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlands- og vinnumálum, er í hesum døgum uttanlands, har hann luttekur á flaggdagshaldum og fundast við útlendskar starvsfelagar.
Í dag er sendimaðurin staddur í Brússel, har hann luttekur á flaggdagshaldinum, ið Sendistova Føroya til ES skipar fyri. Saman við Regini Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, og Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands, skal hann røða á degnum.
Týsdagin byrjar fundarvirksemi, tá landsstýrismaðurin skal á fund við Ceciliu Malmström, ES nevndarlimin í handilsmálum. Á skránni fyri fundin eru handilsviðurskifti millum Føroyar og ES.
Fundarvirksemi heldur fram mikumorgunin, tá fundur er millum landsstýrismannin og norska fiskimálaráðharran Per Sandberg um mál innan ali- og fiskivinnu, áðrenn leiðin gongur til London, har landsstýrismaðurin luttekur á flaggdagshaldinum, sum Sendistova Føroya í London skipar fyri.
Meðan landsstýrismaðurin er í London skal hann eisini hava fundir við Arktisku tingnevndina, Føroyanevndina í bretska parlamentinum og bretska uttanríkisráðið.
Áðrenn hann kemur aftur til Føroya leggur landsstýrismaðurin leiðina framvið Keypmannahavn, har hann skal á fund við amerikanska sendimannin Rufus Gifford. Á skránni eru handilsviðurskifti landanna millum.