Í dag fylti Poul Olsen í Vági 104 ár.
Hann býr á Eldrasambýlinum í Vági, og har vitjaði borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, í dag.
Bjarni skrivar soleiðis á sínum facebook vanga:
Ein sólskynsdagur í Vági, har Merkið veitrar á Eldrasambýlinum í Vági, tí Poul Olsen ið býr har, verður 104 ár. Tað er altíð stuttligt at hitta Poul, hann hevur upplivað nógv, og hann dugir og tímur væl at fortelja frá.
Í dag var tað serliga stuttligt, tá hann kundi hátíðarhalda 104 ára føðingardagin, og er hann elsti maður í Føroyum.
Hjartaliga tillukku Poul.
In.fo ynskir eisini til lukku við degnum.
(myndirnar eigur Bjarni Johansen)
##med2##