Poul á odda fyri vinnuferð til Íslands

Trettan veitingarfyritøkur fara saman við landsstýrismanninum í vinnumálum til Íslands

Trettan føroyskar veitingarfyritøkur eru í hesum døgum í Íslandi, har sendistovan í Reykjavík og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, skipa fyri eini rundferð í grannalandinum. Tað upplýsir Vinnu- og uttanríkismálaráðið í tíðindaskrivi.


Talan er fyri tað mesta um fyritøkur, sum veita vørur og tænastur til fiskivinnuna og vaksandi alivinnuna í Íslandi, ið nú fáa høvi at vitja ymsastaðni í Íslandi.


- Í morgin verður vitjað í Reyðarfirði á Eysturlandinum, mikudagin á Akureyri á Norðurlandinum og hósdagin í Ísafirði á Vestfirðum. Í hvørjum býi fáa fyritøkurnar, sum eru við, høvi at sýna fram vørur, loysnir og tænastur fyri møguligum íslendskum kundum og samstarvsfeløgunum, skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.


Poul Michelsen sigur at rundferðin er eitt spennandi høvi hjá føroysku fyritøkunum at knýta nýggj sambond til íslendska marknaðin.


- Fiskivinnan fyllir nógv í íslendska búskapinum og alivinnan í stendur í vøkstri. Tí er hetta eitt spennandi høvi hjá føroyskum veitarum, sum longu nú á fleiri økjum ganga á odda, at knýta nýggj sambond og kanna møguleikarnar fyri at sleppa inn á íslendska marknaðin, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.


Tær trettan føroysku fyritøkurnar, sum verða við eru Aquamed.fo, Berglon, El-talvuvirkið í Gøtu, Føroya Bjór, Hdygd, KJ Hydraulik, KSS, LookNorth, Nomatek, Primafisk, Rock-Trawl-doors, Vest Pack og Vónin.