Nú skal ein heildarætlan á sjóvinnuøkinum tryggja, at góða gongdin í sjóvinnuni kann halda fram.
Tað ætlar Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og tí fer hann nú at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera uppskot til eina heildarætlan fyri sjóvinnuøki.
- Í 2008 varð lógin um Føroya Altjóða Skipaskrá, FAS broytt fyri at ein sjóvinna, saman við avleiddum virksemi, kundi vaksa fram í Føroyum.
- Síðani tá er talið á skipum í FAS, økt úr 30 skipum, til 90 skip í ár. Hetta hevur havt við sær, at talið av sjófólki, hjá føroyskum arbeiðsgevarum, og av størvum á landi, herundir reiðarívirksemi, skeiðsvirksemi, trygging og fígging, er munandi vaksið.
- Áheitan er komin frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip um at gera eina greiða ætlan fyri maritima økið, so góða gongdin kann halda fram, sigur Poul Michelsen í eini fáboðan í morgun.
- Sjóvinnan virka á einum altjóða marknaði, og tí er avgerandi, at føroyska vinnan er kappingarfør. Í hesum sambandi er tað avgerandi, at Føroyar lúka treytirnar í altjóða sáttmálum og lóggávu á økinum, og at óneyðugar byrðar ikki verða lagdar á vinnuna.
- Í dag nema nógv sjófólk sær útbúgving í Føroyum, og til ber at fara á ein hóp av skeiðum til sjóvinnuna. Tí er útbúgvingartilboð til sjóvinnuna eisini eitt upplagt evni at viðgera, heldur Poul Michelsen.
Hann sigur, at umboð fyri avvarðandi myndugleikar, og vinnuna, fara at manna arbeiðsbólkin, ið fer til verka beint eftir nýggjár.