Poul Michelsen ávarar samgonguna

Verður eitt uppskot hjá honum ikki samtykt, fær tað avleiðingar, sigur hann

– Hetta gevur onga meining og hetta er niðurgerandi ímóti einum samgongufelagi. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum reisir fremstafingur, nú fleiri limir í samgonguni hava reist iva um uppskotið, hann hevur lagt fyri Løgtingið um selja Posta.

 

Eitt, tey serliga ivast í, er, postflutningin til útoyggjarnar um 10 ár, tá ið veitingarskyldan hjá privata felagnum, sum keypir Posta, endar. Poul Michelsen sigur, at tað er ein smálutir, tí hvør veit, hvussu verðin sær út um 10 ár og tað kann henda seg, at nakað má gerast tá. 

 

Men eru flokkarnir ímóti ætlanini av hugsjónarligum orsøkum, mugu teir vera reiðiligari enn at koma við slíkum atfinningum, tí at føra slíkt fram um útberingina um 10 ár, er niðurgerandi, sigur hann.

 

Hann staðfestir, at hetta er eitt mál, hann hevur avtalað við floksformenninar í samgonguni og tí er uppskotið lagt fram. Og hann leggur afturat, at tí verður tað sjálvandi samtykt. Hann vísir eisini á, at í eini samgongu verða avtalur gjørdar um at fremja ymisk mál og tað góðtaka flokkarnir, hóast onkur mál stríða ímóti hugsjónini hjá teimum ymsu flokkunum. 

 

Vit hava havt nøkur mál í felag og tí góðtaka vit øll mál, hóast tað ikki smakkar hvørjum einstøkum nóg væl Og málið um at selja Posta er eitt av málunum, Framsókn skal hava sett í verk fyri at vera við, segði hann.

 

– Og er tað soleiðis, at tað heldur uppat nú, so heldur tað uppat. Og vilja aðrir flokkar ikki vera við, fær tað avleiðingar fyri samgonguna, ger hann púra greitt. Hann sigur, at tað er eyðsæð, og hvat honum viðvíkur er tað í fínasta lagi, leggur hann afturat.

 

– Vit hava verið í samgongu í trý ár, men vit hava ongantíð hótt við samgonguni og tað fari eg heldur ikki at gera í hesum føri, sigur Poul Michelsen.

 

Men hann visir á, at samgongan arbeiðir eisini við øðrum málum og tekur samgongan ikki undir við málinum um at selja Posta, fara tey sjálvandi at hyggja eftir teimum málunum við heilt øðrum brillum.