Poul Michelsen: Skammist av Framsókn

– Eg eri skelkaður av, at tingfólkini hjá Framsókn feldu uppskotið. Eg má viðganga, at eg havi ligið vakin ein stóran part av náttini, tí eg skammaðist av Framsókn, sigur Poul Michelsen, stovnari av Framsókn, við Frihedsbrevet

Poul Michelsen vísir í Frihedsbrevet á, at Framsókn júst varð stovnað fyri at stríðast fyri tey trý frælsini:

 

  • persónligt frælsi
  • vinnuligt frælsi
  • og tjóðskaparligt frælsi.

 

– Kanska fór flokkurin ikki eitt blíva ein stórur flokkur, men tað var altavgerandi at hava ein flokk, sum altíð vardi hesi frælsini. Tað gjørdi Framsókn ikki í gjár, sigur Poul Michelsen við Frihedsbrevet.

 

–Tað hoyrir til persónliga frælsi, at kvinnur sjálvar kunnu ráða yvir, um tær vilja taka ein abort. Vit kunna ikki sum samfelag blíva við at gera fólk til lógbrótarar, um tey hava tikið abort. Um ein sjálvur persónliga ikki vil taka abort, so er tað útmerkað, og er ein vælkomin í Framsókn fyri tað. Men vit kunna ikki taka frælsi frá øðrum, sum vilja gera tað, sigur Poul Michelen í samrøðuni við Frihedsbrevet.

 

– Tí má eg eisini leggja afturat, at eg eri errin av Bjarna Kárasyni Petersen, fyri at hava lagt uppskotið fram, og av Ruth Vang og Karlot Hargeirssyni fyri teirra arbeiði fyri at fáa hetta málið ígjøgnum, sigur hann við Frihedsbrevet.