Poul Michelsen, løgtingslimur, hevur givið avboð til Team Rynkeby, ið fer at súkkla úr Føroyum til París til frama fyri Krabbameinsfelagnum.
Poul Michelsen var fyri kortum niðri og vandi við einum donskum Rynkeby-liðið, og kannaði í tí sambandi, hvat knøini toldu. Tíverri mátti hann ásanna, at knøini ikki fóru at halda, til at súkkla seks dagar á rað.
“Eg eri skurðviðgjørdur tríggjar ferð í hvørjum knæi,” sigur Poul Michelsen, “so eg visti at hetta fór at vera trupult, men eg trúði tað fór at ganga. Eg spurdi Jenis av Rana áðrenn eg fór í gongd, men hann gav mær greið boð um, at knøini fóru ikki at orka tað. Eg meldaði meg tó til, kanska mest upp á tross, men má tíverri ásanna, at Jenis hevði rætt – í hesum eina føri.”
Poul heldur tó áfram í stýrisbólkinum fyri liðið og verður við í fyrireikingunum framyvir. Hann væntar tó ikki, at hann fer til París við liðnum.










