- Eg skal boða frá, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum, og at eg havi tikið meg úr tingbólki floksins, sigur løgtingsmaðurin Poul Michelsen í dag.
Poul Michelsen skrivar soleiðis í síni fráboðan seinnapartin:
- Eg havi virkað aktivt í Fólkaflokkinum í umleið 40 ár. Stevnuskrá floksins hevur verið eitt trygt grundarlag undir mínum arbeiði har m.a. setningarnir :
a. at flokkurin vil, at Føroyar skal gerast ein suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum.
b. at flokkurin er liberalur, sosialur og demokratiskur
c. at hann verjir demokratiska stýrislagið í Føroyum og fylgir fólkaræðisligum mannagongdum.
d. at hann tryggjar persónligum frælsi harundir trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentunarfrælsi og vinnufrælsi.
hava havt stóran týdning fyri meg. Hesi grundvirðir meti eg ikki longur verða vird í flokkinum, og tí er tíðin komin til at gera upp.
Eg fari úr flokkinum við tøkk til tey, sum eg gjøgnum øll hesi nógvu ár havi samstarvað við.
Er fari í tinginum at halda fram við at arbeiða fyri teimum grundhugsjónum, eg standi fyri, og sum eg eri valdur inn á ting at umboða.
Tey lyftir eg havi givið, fari eg at halda og fari konstruktivt at samstarva við bæði samgongu og andstøðu. Hetta umfatar eisini møguligar nýggjar samgongur ella samstarvsavtalur, eisini samgongur og avtalur har Fólkaflokkurin ikki er ein partur