Poul Martin er millum bestu granskarar

Danski grunnurin VILLUM FONDEN heiðraði herfyri Poul Martin Bendix úr Kollafirði, sum arbeiðir á Niels Bohr instituttinum á Københavns Universitet.

Poul Martin var valdur út saman við fjúrtan øðrum at móttaka viðurkenning og dyggan fíggjarligan stuðul til sína gransking.

Talan er um nýtt tiltak hjá grunninum, sum kallast Young Investigator Programme, har serliga gávuríkir ungir granskarar innan tøkniliga og náttúruvísindaliga gransking verða stuðlaðir til tess at kunna skapa egnar sjálvstøðugar granskaraprofilar.

Stuðulin og heiðurin er ætlaður teimum bestu ungu granskarum á lektara ella adjunkt stigi og sum eru undir 40 ár. Tað vóru umleið 210 umsóknir í alt. Av teimum vóru 15 umsóknir játtaðar.

Poul Martin Bendix fekk játtaðar næstan 3,4 milliónir krónur til ein verkætlan, sum kallast: “Biophysical study of cytoskeletal filaments and membrane shaping proteins in membrane protrusions"

Hetta er fyrstu ferð, at játtanir eru býttar úr hesi nýggju skipanini.

Meira kann lesast á www.gransking.fo