Poul Jacob Lundsbjerg nýggjur leiðari

Mánakvøldið 5. juli 2004 var almenn móttøka á Kafé Blákrossstovuni í Havn í sambandi við at dagligi leiðarin á kaféini, Símun Joensen, fór frá, og Poul Jacob Lundsbjerg í tók við starvinum

1. juli tók Poul Jacob Landsbjerg í Fuglafirði við sum leiðari á Kafé Blákrossstovuni í Havn. Í hesum sambandi var móttøka á kaféini mánakvøldið 5. juli millum kl. 20 og 23. Vanliga er sangkvøld á kaféini mánakvøld.

Poul Jacob tekur yvir eftir Símun Joensen, sum hevur verið leiðari síðan kaféin læt upp í november 1998. Hann fer nú í annað starv á Blákrossheiminum. Nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á Poul Jacob og Símun hetta kvøldið, og fleiri talur vórðu hildnar.

Poul Jacob er 63 ára gamal og fyrrverandi sjómaður. Hann hevur sjálvur verið alkoholmisnýtari, og ynskir hann nú at vera við til at hjálpa øðrum, sum hava hesar trupulleikar.

Kafé Blákrossstovan er ein deild av Bláa Krossi Føroya, sum er ein privatur hjálparfelagsskapur, ið m.a. hevur sum endamál at hjálpa menniskjum, ið eru illa fyri vegna misnýtlsu av rúsdrekka ella rúsevnum og royna at fyribyrgja at fólk misnýta rúsdrekka og onnur rúsandi evni. Eisini verður virkað fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi og at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menniskju.