Poul Ingason langtíðarskaddur

Læknin hevur givið dómin í dag. Tað eru ikki góð tíðindi fyri HB og Poul Ingason

Seks vikur. So leingi skal Poul Ingason halda seg burturi frá fótbólti orsaka av brotnu nøsini, sum hann fekk í nógv umtalaða venjingardystinum móti Víkingi mikukvøldið í Gundadali.

 

 

Fyrst fekk framherjin hjá HB at vita, at hann var sjúkrameldaður í eina viku, og ikki skuldi spæla fótbólt í tvær vikur. Í dag hevur hann verið hjá lækna, sum hevur sett nøsina upp á pláss aftur.

 

Les eisini:Poul Ingason: Eg skumpaði hann

 

Við rættaði nøsini komu eisini boð um, at Poul Ingason ikki spælir aftur komandi seks vikurnar fyri HB. Hetta kemur óivað illa við hjá Heðini Askham og hansara monnum, tí landskappingin byrjar longu fyrst í mars mánaði.