Poul Horsdal í Listaskálanum

.

Framsýning Poul Horsdal til áminningar letur upp í Listaskálanum leygardagin 18. apríl kl. 16.00.

Andrea Heindriksdóttir og Bjarni Restorff spæla stutt verk eftir Carl Nielsen og kaffimunnur verður at fáa.

Málarin Poul Horsdal (1936-81) livdi og virkaði stóran part av ævi síni í Føroyum. Hann hevði serliga kenslu fyri føroyskari náttúru og mentan, og íblásturin hiðani fekk stóran týdning fyri list hansara.