Vágbingurin Poul Heri Midjord er knýttur at Frelsunarherinum í Noreg og vitjar fangar innanfyri múrarnar.
Poul Heri Midjord er ættaður úr Vági, har hann vaks upp og hevði síni ungdómsár, men rættiliga tíðliga fór hann til Noregs, og hevur hann í mong ár verið partur av arbeiðinum, sum Frelsunarherurin ger á Oslo leiðini.
Áður hevur verið at frætt í miðlum um Poul Hera, ið gekk millum heimleys á gøtuni og var við til at geva teimum heita suppu, og annars vera um tey á so mangan hátt.
Á www.frelsesarmeen.no er grein um vágbingin, sum hevur sína vanligu gongd millum fangar í Halden fangahúsinum. 250 menn sita i fangahúsinum, ið hevur høgt trygdarmark, og upptøkutól fylgja øllum rørslum.
Greinin sæst við at trýsta á leinkjuna niðanfyri: