Í dag hevur Leiðaradagurin 2022 verið hildin á Hotel Føroyum, og tað er Synergi, sum skipar fyri tiltakinum.
Nógv fólk hevur verið til tiltakið, og her hava verið fleiri fyrilestrar, eitt nú um burðardygt vinnulív.
Endabresturin á degnum er, at Ársins Leiðarar 2022 vera kosnir - ávikavist fyri tað almenna og fyri tað privata.
Leiðararnir, sum fingu heiðurin sum Ársins Leiðarar 2022, vóru Poul Gert Hansen fyri tað almenna og Jan Ziskasen fyri tað privata.
Poul Gert Hansen er aðalstjóri í uttanríkis-og mentamálaráðnum, og Jan Ziskasen er stjóri í Føroya Tele.
In.fo fer at venda aftur til tiltakið, sum hevur verið á Hotel Føroyum seinnapartin í dag, í aðrari grein seinni.
##med2##