Poul G. Olsen besti kvinnuvenjarin

Poul G. Olsen úr Vík er Ársins venjari hjá kvinnum

Poul G. Olsen úr Vík er Ársins venjari hjá kvinnum. Hann fekk fyri kortum sama heiður frá Venjarafelagnum, og nú fekk hann aftur heiðurin á Hvonn Live, har Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn heiðra fótbóltinum.


- Eg dugi ikki at siga hví, hini hava peikað á meg, men hetta er eitt stórt herðaklapp. Vit hava lagt liðini hjá EB/Streymi og Skála saman og tað hevur gingið ómetaliga væl við tí. Hesin heiðurin gevur mær móti upp á meiri, segði Poul G. Olsen.


Poul G. Olsen fekk heiðurin frammanfyri Alexandar Djordjevic hjá KÍ og Jacob Thomsen hjá B36, sum vann heiðurin í fjør.