Í dag, mikudagin 13. februar, eru 75 ár liðin, síðani Poul Færø í Klaksvík var føddur.
Poul var á yngri árum málarameistari, men nógvu tey seinastu árini hevur hann nýtt mest sum alla sína tíð í kristiligum arbeiði kring landið og eisini uttanlands.
Poul er ættaður av Toftum. Foreldrini vóru Elsa fødd Øregaard og ættað av Lakjuni í Fuglafirði og Oluf Færø, sum var toftamaður. Elsa og Oluf fingu fýra børn: Poul (1938), Odmar (1940), Eyðfinn (1946) og Lissan (1948). Odmar býr í Havn, og hini búgva í Klaksvík.
Petur Guttesen, málari í Havn, arbeiddi nógv í Eysturoy og á Toftum, har hann helt til hjá systrini, Maju í Túni. Poul lærdi til málara hjá Peturi. Í 1957 flutti Poul til Klaksvíkar at búgva, og har hevur hann verið síðani.
Tey fyrstu árini í Klaksvík var hann viðhvørt við trolarunum hjá Kjølbro. Men fyri tað mesta var Poul málarameistari, og teir eru nógvir, sum hava lært til málara hjá honum. Handalagið var gott, Poul arbeiddi nógv og skjótt, og tey vóru mong, sum sendu boð eftir honum.
Miðskeiðis í sjeyti árunum vórðu málaraseglini repaði. Síðani hevur Poul viðhvørt málað millum lítið og einki, og í nøkur ár málaði hann bara um sumrarnar.
Frá blaðungum av hevur Poul verið virkin í kristiligum verki. Hann hevur í mong ár ferðast kring oyggjarnar í kristiligari tænastu. Frá miðskeiðis í sjeyti árunum og í eini fimtan ár var hann við í dagligu leiðsluni av leguarbeiðnum í Zarepta.
Tey seinnu árini hevur virkisøkið hjá Poul fevnt alt víðari. Aftur at brøðrasamkomunum í Føroyum hevur hann vitjað nógv í grannalondunum, eitt nú í Danmark og Noregi og heima á landi eisini í øðrum samkomum enn brøðrasamkomum. Seinastu árini hevur Poul verið nógv at hoyra í fyrrapartssendingum í Lindini.
Umframt at halda møtir hevur Poul gjørt nógv av at vitja og vísa umsorgan fyri einstaklingum og familjum. Hann vitjar í samkomum og heima við hús hjá fólki, og hann er ofta at síggja á sjúkrahúsum. Poul er altíð klárur, tá sorgin er gestur, og hann hevur hildið óteljandi talur við jarðarferðir.
Poul er giftur Anniku fødd Johannesen og ættað av Lítlubrekku í Klaksvík. Tey eiga fýra børn: Jóhannes (1980), Olav (1983), Assa (1985) og Poul (1994). Olav og Assa búgva í Keypmannahavn, Jóhannes býr í høvuðsstaðnum, og Poul býr heima hjá foreldrunum.
Í seytjan ár var Poul giftur Ásvør fødd Jacobsen og ættað av Ziskatrøð í Klaksvík. Hon doyði av sjúku í 1977 bara 37 ára gomul. Ásvør og Poul eiga trý børn: Odd (1962), John (1965) og Elsa (1968). Odd býr í Hoyvík, John í Klaksvík og Elsa í Saltangará.
Poul er í Keypmannahavn, nú hann fyllir 75.
-------
J










