Poul F. kemur heim

Fríggjakvøldið 19.jan kl. 19 verður hugnaløta í Sumbiar Skúla í samband við, at bringumynd av skaldinum Poul F Joensen verður avdúkað

Tað er listamaðurin Giovanni Francesco Nonne, sum býr í Vági, sum hevur evnað myndina til. Á hugnaløtuni fer Hanus G. Johansen at syngja yrkingar eftir hargaskaldinum. Eisini luttekur Sumbiarkórið

Niclas Hentze, bygdarráðsformaður, fer at avdúka bringumyndina
Tryggvi Thomsen og Danjal Johan Lisberg fara at siga nøkur orð um skaldið.

At enda fara sumbingar at kvøða nøkur ørindi úr ”Stríðið á Húnalandið” og ”Frísakvæðnum” . Hesi kvæði yrkti Poul F.
Aftaná verður kaffi, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.