Poul Michelsen vil framvegis einki siga um sína politisku framtíð. Ætlanin er at svara mongu spurningunum í nærmastu framtíð.
Gitingarnar, at hann fer at stovna nýggjan politiskan liberalan loysingarflokk, vinda meira og meira upp á seg. Men Poul Michelsen er tættur sum tunnan.
Hann sigur við Rás2 í dag, at tað er nógv, sum bendir á, at hann fer at bjóða seg fram aftur á næsta løgtingsvali. Tað verður avdúkað í nærmastu framtíð, hvønn politiskan flokk, hann fer at umboða, sigur hann seinnapartin.
Hann hevur ikki hug at siga nakað, fyrr enn hann er komin á mál við samráðingunum, sum hann tekur til. Hann vil heldur ikki siga, hvønn hann samráðist við.
Poul Michelsen takkaði fyri seg í Fólkaflokkinum í vetur, og hann hevur seinastu mánaðirnar verið uttanflokkatingmaður. Tað er eingin haldbar loysn, og tí noyðist hann at finna sær nýggjan flokk.
Spurningurin er framvegis, um tað verður við nýggjum flokki, hann fer at bjóða seg fram.