GÍ
Poul Ennigarð er aftur í barndómsfelagnum í Gøtu. GÍ og Poul Ennigarð hava skrivað undir eitt ára samstarvsavtalu, sum ber við sær, at verjuspælarin í 2006 aftur fer at spæla við GÍ. Har hevði hann altíð spælt, inntil hann undan farna kappingarárinum fór til Fuglafirðar.
Poul fekk ikki høvi rættuliga at spíla seg út í Fuglafirði. Eitt skifti var hann skaddur, og tvey reyð kort - tey fyrstu sum hann nakrantíð hevur fingið - bóru fleiri daga leikbann við sær.
- Vit eru fegin um, at Poul nú aftur fer at spæla í gula og bláa GÍ búnanum. Vit rokna við, at hann verður góður styrkur, sigur Brandur Jacobsen, formaður í GÍ.
Enn er tað ikki greitt, hvør fer at standa á odda fyri GÍ liðnum næsta kappingarár. Krzystof Popczynski hevur verið venjari undanfarnu árini. Tá ið liðið stutt undan kappingarenda var í stórum vanda fyri at flyta niður, gjørdu Popczynski og GÍ nevndin av, at annar venjari skuldi finnast, og so stóð Petur Mohr á odda fyri liðnum síðstu og avgerandi umførini.
Umframt at fáa venjaraspurningin upp á pláss so arbeiða teir í Gøtu við at styrkja liðið eitt sindur afturat.
- Tað er góður møguleiki fyri, at teir, sum spældu við GÍ í ár, eisini fara at spæla við næsta ár. Vit arbeiða við at styrkja eitt sindur um liðið. Eitt nú er neyðugt hjá okkum at tryggja okkum ein málverja og so kanska ein nýggjan álopsspælara, nú Popczynski verður venjari í HB, sigur Brandur Jacobsen.
Í fjør royndu fleiri málverjar seg millum GÍ stólparnar. Serliga væl nøgdir vóru teir í GÍ við pólverjan Marcin Dawid, sum teir leigaðu í Sumba. Um tað er møguleiki fyri at pólverjin aftur komandi ár fer at verja GÍ málið, hevur GÍ formaðurin ongan viðmerkingar til í løtuni.
Góður lærdómur
Sjálvt um teir í GÍ hugsa um og kanna, um tað ber til at styrkja liðið nakað, so heldur Brandur Jacobsen, at síðstu umførini í farna kappingarári vístu, at fólkagrundarlagið hjá GÍ er nóg gott at standa seg í fremstu røð.
- Vit vóru leingi illa sperdir, og vit vóru so tætt at beinleiðis niðurflytingini, sum tað ber til at verða, uttan at tað skal enda við niðurflyting. Tá ið liðið var so illa fyri, sum tað ber til at ímynda sær, vístu spælararnir og øll, sum vóru í felagnum og tóku á við GÍ, framúr hugburð. Eg eri sannførdur um, at hetta lærdi okkum, at einki kemur av sær sjálvum, og at tað loysir seg at arbeiða við søkini. Eg ivist einki í, at hetta var ein álvarslig áminning á okkum øll um, at hóast felagið í eina fjórðingsøld hevur verið millum tey bestu, so kemur einki av sær sjálvum, heldur GÍ formaðurin, sum er avgjørdur um, at GÍ ikki fer at spenna fíggjarliga bogan út um tað, sum verður mett at vera ráðiligt.
- Tað ber ikki til, og royndirnar siga øllum, at tað fyrr ella seinni endar galið. Men vit kanna, hvørjir møguleikarnir eru, og so fáa vit at síggja, um tað fer at bera til at styrkja liðið við nýggjum spælarum.
Í fjør tóku veteranarnir Magni Jarnskor og Sámal Joensen eitt eyka tak fyri felagið, eftir at teir høvdu verið burturi frá eitt skifti, og tað er góður møguleiki fyri, at royndu menninir eisini næsta ár fara at teljast millum teirra, sum fara at kappast um plássini á besta liðnum.
- Vit høvdu fleiri ungar menn á liðnum. Royndirnar í ár fara at koma væl við hjá teimum og okkum øllum næsta ár, roknar Brandur Jacobsen, formaður í GÍ við.