POTTURIN
Rithøvundin J. K. Rowling hevur lyft slørið, og nýggja bókin kemur á enskum at eita ?Harry Potter and the Half Blood Prince.?
Sagt verður, at heitið á bókini hvørki vísir til Harry Potter sjálvan ella Voldemort, hansara fígginda.
Tann vælumtókti Potter
Harry Potter-bøkurnar og filmarnir eru sera væl umtóktir, eisini her í Føroyum. Men serliga á alnótini er nógv vitan at finna um pottin mikla. Skriva ?Harry Potter? inn í Google-leitimaskinuna, og tú fært milliónir av úrslitum.
Tann óndi Potter
Men alt er ikki av tí góða um Potter. Tú kanst finna eitt Harry Potter-spæl á alnótini, sum er væl spælt. Fleiri fólk eru eftir spælinum, men tað er ikki altíð, at tey fáa fatur á rætta endanum. Ístaðin fáa tey fatur á harra Netsky.P, sum er ein virus, ið oyðileggur tær telduna. So verið varin, tá ið tit fara á Potter-jakt. Nýggja bókin skuldi tó ongan skaða gjørt.