- Eg kann ikki siga, at hetta kom serliga óvart á meg. Tað hevur ongantíð verið skil í leiðsluni hjá B36.
Ungarski Károly Potemkin stendur púra spyrjandi eftir, at hann í farnu viku fekk durðafjórðingin í
B36. Havgrímur Johannesen, sum er ein av teimum, sum tekur sær av Formula-hópinum hjá árstalsfelagnum, segði við Sosialin, at tað var ein avleiðing av gongdini, sum ikki hevur verið nøktandi seinastu vikurnar. Potemkin skilir als ikki avgerðina hjá leiðsluni, og hann er týðiliga misnøgdur við brádligu uppsagnina av sáttmálanum við árstalsfelagið.
Eingin orsøk
Søgurnar hava verið fleiri, hví leiðslan í B36 slapp sær av við Károly Potemkin. Ungarin dugir ikki sjálvur at svara, hvør orsøkin var. Hann fekk onga veruliga grundgeving.
- Eg skilji einki. Í farna mánaða skoraði eg tvær ferðir, tá vit vunnu á Víkingi, og eg kom somuleiðis tvær ferðir á máltalvuna í steypafinaluni ímóti EB/Streymi. Eg merkti eisini, at øll kring felagið vóru nøgd við mítt avrik. Men áðrenn eg veit av, so eri eg ikki partur av hópinum longur. Eg fekk ikki at vita, hví so var. Leiðslan í B36, sum er eitt stórt tvætl, hevur ikki sagt sannleikan, staðfestir hann.
Nagy skuldi eisini heim
B36 fekk í januar avtalu í lag við ungararnar Karoly Potemkin og Tamás Nagy. Hesir hava sjálvsagt verið nógv saman seinastu mánaðirnar. Tað var eisini sera nær við, at báðir fingu somu lagnu í árstalsfelagnum. Ætlanin var ikki, at Nagy skuldi halda fram í árstalsfelagnum, tá landskappingin júst var farin aftur av bakkastokki.
- Nagy fekk boðini, at felagið ikki hevði brúk fyri honum. Men tá Ingi Højsted síðan gjørdist álvarsama skaddur, var tørvur á honum kortini. Og tílíkt hoyrir ongastaðni heima. Tískil kann eg heldur ikki siga, at eg eri bilsin av, at eg var uppsagdur, sigur Potemkin.
Ungarin hevur tó fleiri góðar løtur at síggja aftur á í hvíta búnanum. Á fótbóltsvøllinum var tað fantastiskt, meðan uttanfyri hevur tað ikki altíð verið stuttligt.
- Eg fari ongantíð at gloyma málini, sum eg havi latið meg fagnað saman við fjepparafelagnum White Tigers. Mær hevur serliga dámað sera væl at spælt á heimavøllinum í Gundadali. Og tað eiga alla áskoðarnir eina stóra tøkk fyri, sigur ungarski framherjin.
Verandi í Føroyum
Károly Potemkin kom til Føroya í fjør, har hann hjálpti EB/Streymi í seinnu kappingarhálvu. Sáttmálin varð ikki longdur við felagið úr Sundalagnum, og í vetur gjørdist greitt, at ungarin ætlandi skuldi skjóta málini í B36.
Hóast hann í farnu viku varð sendur til hús, so ætlar framherjin at halda fram í Føroyum og føroyskum fótbólti. Hann hevur framvegis ikki tosað við nakað felag, men hann fer at leita eftir nýggjum felag.
- Mær dámar sera væl í Føroyum, og eg vil fegin halda fram. Fólkini, sum heild, eru sera vinarliga og fyrikomandi. Men eftir hesa upplivingina seti eg sjálvsagt treytir til mítt nýggja felag. Leiðslan skal hava tamarhald á støðuni. Uttanfyri vøllin skal alt verða í lagi, og tað eigur tað at vera allastaðni, sigur Károly Potemkin, sum skjeyt fýra mál í 12 landskappingardystum fyri B36.
B36 hevur onga viðmerking
Havgrímur Johannesen, sum er ein av teimum, sum tekur sær av Formula-hópinum hjá B36, vil vegna árstalsfelagið ikki gera nakra viðmerking til útsagnirnar hjá Karoly Potemkin.