Potemkin liðugur í B36

Fýra mál í 12 dystum. Tað er úrtøkan, sum Karoly Potemkin hevur havt í Formula-deildini í ár. Og tað er ov lítið hjá B36, sum hevði størri ætlanir enn sum so við ungverjanum, tá teir í vetur skrivaðu undir sáttmálan.

- Vit hava ikki verið nøgdir við úrtøkuna hjá liðnum seinastu tíðina, og hetta er so ein avleiðing av hesum, sigur Havgrímur Johannesen við Sosialin í dag. Havgrímur er ein av teimum, sum tekur sær av Formula-hópinum hjá B36.

Ístaðin hevur B36 gjørt sáttmála við Sam Malson, sum hevur vant við B36 seinastu vikuna. Malson, sum er 21 ára gamal, kemur úr enska Plymouth, sum spælir í næst bestu deildini.