Miðskeiðis í 1. hálvleiki hevur Karoly Poitemkin lagt NSÍ á odda í heimadystinum ímóti ÍF. Tað gjørdi hann við fínum skoti av brotsteigarmarkinum.
Fyrra partin av 1. hálvleiki hevur tað annars verið ÍF, sum leikliga hevur verið omaná, og fuglfirðingar hava eisini havt fleiri møguleikar.