Heldur ikki í dag fekk KÍ klórað seg longur upp eftir stigatalvuni.
Í yvirtíðini eydnaðist tað nevnliga Karoly Potemkin at skjóta næsta málið hjá sær og NSÍ í dystinum í Klaksvík, og so var vónleyst hjá KÍ at vinna seg aftur í dystin.
Samstundis fekk Jan Andreasen reytt kort fyri at vísa sína ónøgd.
Tapið merkir, at KÍ framvegis er isolerað í botninum av stigatalvuni, meðan NSÍ saman við Víkingi er á 20 stigum. 3 stig aftan fyri HB.










